| |
Forlagið
Hemlið
v/Eilif Samuelsen
Kráarvegur 11
F0-100 Tórshavn
+298 31 30 33
forlag@hemlid.fo |
| |
|
|
Forlagið Hemlið Forlagið Hemlið gevur út klassikararar í heimsbókmentunum. Forlagið Hemlið hevur higartil útgivið sjey bøkur. | GESTUR HJÁ VERULEIKANUM Útgávuár:
2011 180 Krónur
Gestur hjá veruleikanum er sjálvsævisøguliga frásøgnin hjá Pär Lagerkvist. Hon er um tann lítla dreingin Anders og uppvøkstur hansara við eini jarnbreytarstøð í tí svenska smábýnum um aldarskiftið 1900
Les meira um Gestur hjá veruleikanum

|
| BRÆVASKIFTIÐ MILLUM ABELARD OG HELOISE Útgávuár:
2010 Krónur 198
Søgan um sambandið millum Abelard og Heloise er eitt av heimsins mest víðagitnu og tragisku kærleiksævintýrum. Hon er søgd í brøvunum hjá Pæturi Abelard, einum fronskum heimspekingi og einum av teimum størstu logikarunum í tólvtu øld, og gávuríka næmingi hansara, Heloise.
Les meira um Brævaskiftið millum Abelard og Heloise

| 
| UM VERAN OG VERU Thomas Aquinas Útgávuár: 2009 Krónur 198
Ungdómsverkið
hjá Thomas Aquinasi De ente et essentia er eitt lítið rit um eitt stórt
evni. Onkur hevur kanska hug at siga: eitt alt ov lítið rit um eitt alt
ov stórt evni. Tað snýr seg rætt og slætt um tað sum er. Og um hvat tað
sum er, er. Øðrvísi sagt: um hvat tað vil siga at vera, og hvat tað vil
siga at vera nakað ávíst, í mun til nakað annað. So einfalt. Og so
torført. Les meira um Um veran og veru

| | BØÐILIN Pär
Lagerkvist Útgávuár:
2008 Krónur 150
Bøðilin skrivaði Pär Lagerkvist
longu í 1933, árið tá ið Hitler tók við valdinum. Íblásturin var ein
ferð gjøgnum Týskland. Einki norðurlendskt skald hevur megnað at givið
okkum ein sterkari varhuga av tátíðar yvirtrúgv og bonskleika, og meira
óhugnaliga veruleikasatt hevur eingin frammanundan sæð teir ræðuleikar,
sum fóru at koma. Javnberingin tekur kvørkratak á
lesaran. Les meira um
Bøðilin

| | BARABBAS Pär
Lagerkvist Útgávuár:
2008 Krónur 198
Frásøgnin hjá Pär Lagerkvist um
Barabbas er ein av teimum stóru skaldsøgunum í svenskum bókmentum. Hon
kom út á fyrsta sinni í 1950 og gjørdi Pär Lagerkvist heimskendan. Hann
fekk Nobels heiðursløn í 1951. Les meira um
Barabbas

| | | | FEDRAR OG SYNIR Ivan Sergejevitj Turgenjev Útgávuár: 2005 120 Krónur
Fedrar og synir eftir Ivan Sergejevitj Turgenjev (1818-83) er ein klassikari í heimsbókmentum. Skaldsøgan lýsir tað russiska samfelagið mitt í 1800-talinum, har fedrarnir og synirnir umboðaðu tvær heilt ymiskar áskoðanir á samfelagið. Tað gamla lenssamfelagið móti tí nýggja nihilistiska og skilbundna. Les meira um Fedrar og synir

| | | | JÁTTANIR AUGUSTINUSARÚtgávuár: 2004 298 Krónur
Játtanir Augustinusar er ein av teimum mest týðandi og mest nýskapandi verkunum í latínskum bókmentum. Bókin er skrivað, tá ið høvundurin var fyrst í fýratiárunum í teimum seinastu árunum av fjórðu øld e.Kr. og í teimum fyrstu árunum, hann var biskupur. Hon endurspeglar lív hansara og virksemið við at endurminnast og tulka eina lívsgongd. Les meira um Játtanir Augustinusar
"Eitt týðingarverk, sum heilt óuppiborðið er dottið burturímillum í bókaumrøðuni. Eitt djarvt og neyðugt tiltak."(Carl Jóhan Jensen, rithøvundur og ummælari - í Dimmalætting 30.12.2004) |
|
|