M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik 2016 latin Eilifi Samuelsen

M.A. Jacobsens virðislønina fyri mentanaravrik 2016 fær Eilif Samuelsen, týðari, fyri at hava halgað lív sítt sum eftirløntur til at geva okkum klassiskar heimsbókmentir á føroyskum máli.

Virðislønin fyri mentanaravrik er 35.000 krónur.

Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens vórðu handaðar á Reinsarínum í Havn 20. oktobur 2016.