Stórverkið ”UTOPIA” eftir Thomas More í føroyskari týðing

Í dag kemur heimsklassikarin ”UTOPIA” hjá bretska hugsjónarmanninum Thomas More út á føroyskum. Forlagið Hemlið gevur bókina út. Hetta er trettanda útgávan hjá forlagnum, ið gevur út heimsklassikarar í føroyskari týðing. Eilif Samuelsen týddi. 

Síðan 2004 hevur Forlagið Hemlið, ið hevur til endamáls at týða og útgeva heimsklassikarar á føroyskum, givið út tólv heimsbókmentaverk í føroyskari týðing – millum annað verk eftir Platon, Aristoteles og Machiavelli.

Nú er so trettanda bókin hjá forlagnum á gáttini, og hesaferð er tað 500 ára gamla kollveltandi verkið Utopia eftir Thomas More, sum er tann fyrsta modernaða framtíðarvisjónin um ein vitbornan idealstat við fríari atgongd til sjúkrarøkt, sosialan tryggleika, útbúgving, mentan, stutt sagt: eitt virðiligt lív.

Utopia kom út í 1516 og var skrivað á latíni, men hon varð skjótt týdd til enskt. Um hetta mundið hevði More longu gjørt týðandi royndir. Hann hevði rakt við humanismunnar menniskjujáttandi lívsheimspeki, hann hevði fingið innlit í arbeiðið hjá dómstólunum og sæð tey fólkini, sum vóru fyri tí óskepnuni, og hann hevði upplivað tað politiska valdið og lóggávuna. Allar hesar royndir verða endurspeglaðar í Utopia.


Um bókina

Utopia er oyggj, har tey hava skipað eitt samfelag, sum er rættvíst fyri øll menniskju. Peningahúshaldinum eru tey farin frá. Øll arbeiða - ið hvussu er eftir sínum evnum - líka nógv, øll eru við til at gera av, við beinleiðis ella óbeinleiðis avgerð. Skilnaðurin ímillum bý og land er nevtraliseraður, við tað at tað er eitt framhaldandi umskifti av arbeiðsmegi ímillum hesi bæði økini. Øll arbeiða seks tímar um dagin, og tað man í teirri tíðini hava ljóðað sum í veruligu merkingini av orðinum, utopiskt.

Men rættvísiskrøvini høvdu eisini eina rangu. Fyri at skipanin skuldi ganga virkin og vælsmurd, kravdust strangar reglur og eirindaleyst lóglýdni. Íbúgvarnir í Utopia høvdu avmarkað rørslufrælsi, teir sluppu ikki at ferðast hvar sum helst ella fáast við hvat sum helst. Frælsið og rættvísið varð skert við ávísum avmarkingum.

Hvat vildi More í roynd og veru við Utopia? Hvussu kann hetta ritverkið, sum talar fyri kvinnuligum prestum, deyðshjálp og rættinum til sjálvmorð eftir umbøn, verða sameinað við tann katólska halgiskapin? Hvat er skemt, og hvat er álvari?

Ein skal ikki gloyma, at bókin varð givin út í 1516, so statt árið undan at Martin Luther steig alment fram við sínum tesum um avlát og uttan at vita, at tað útloysti eina kollvelting, sum seinni noyddi íbúgvarnar í Evropa niður í trúarjáttanarligar skotgravir.

Bókin er 160 bls. og kostar 198 kr. Bókin fæst í bókabúðum kring landið og á www.hemlid.fo